Føroyskt Íslandsrossafelag verður aftur í ár partur av Ólavsøkutiltakinum á Skálatrø, sum Tórshavnar Ítróttarráð (TÌR) skipa fyri.
Vinningurin frá tiltakinum í ár fer millum annað til at útbyggja ljóðanleggið, ið verður nýtt til kappingarnar soleiðis, at ljóðið røkkur um alt kappingarøkið og Tølthøllina eisini. Eisini er ætlanin at keypa ymiska nýggja útgerð til kappingarnar, ið skulu bøta um umstøðurnar hjá luttakarum og dómarum.
Okkara uppgáva
Eins og undanfarnu ár, skulu vit taka okkum av básinum við Pílakasti. Hetta merkir at vit skulu manna básin við trimum fólkum, býtt á 3 tímars vaktir, dagarnar 27 .- 29. juli.
Skrivi tykkum upp vaktir her:
https://docs.google.com/spreadsheets/d/1bcS4NGWbT48yUovKwSPgAM1P3KOxoMNQCFBhr-594MA/edit?usp=sharing
Hjálpast vit øll at, og taka eina vakt hvør, so krevur hetta lítið av okkum, men gerst eitt stórt fíggjarligt íkast til Ítróttarnevndina.
Vinaliga,
Nevndin & Ítróttarnevndin