Arbeiði at seta eitt landslið saman til VM 2023 er nú byrja, so um tú hevur ein dreym í búkinum at blíva úttikin á landsliðið og sleppa uttanlanda at kappast fyri Føroyar er ein møguleikið her. Fyri at vera tikin til eftirtektar skalt tú senda ein mail á [email protected], við navni á rytta og rossið samt hvørja grein tú ætlar at kappast í. Hetta skal gerast áðrenn mánadagin 10 apríl 2023.
Vit í Føroyskum Íslandsrossafelag eru sera fegin um, at ikki færri enn tvey av okkara fremstu reiðfólkum eru í uppskoti, nú ársins ítróttafagnaður verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 4. februar.
Ársins stjørnuskot og ársins ítróttanavn Talan er um Ragnheiður Ólavsdóttir Dam, sum er í uppskoti til ársins stjørnuskot, og Knút Lützen, sum er í uppskoti til ársins ítróttanavn. Ragnheiður og Hugi Í grundgevingini fyri innstillingini av Ragnheiður, legði Ríðisamband Føroya m.a. dent á tey góðu úrslitini, sum Ragnheiður hevur fingið, serliga við hestinum Huga frá Hrepphólum. Umframt tey sera góðu úrslitini her heima, hava Ragnheiður og Hugi klárað seg framúr væl uttanlands seinasta summar. Tá luttóku Ragnheiður og Hugi fyrst í DM við avbera góðum úrslitum. Og hetta kom eisini teimum til góðar, tá tey til Norðurlandameistaraheitið í Álandi, í bólkinum ung upp til 21 ár, komu heilt fram í eina A finalu í greinini fjórgongd. Hetta er eitt framúr gott úrslit, serliga tá havt verður í huga at støðið til NM er sera høgt, tí Norðurlond eru sera frammalaga innan gongulagsríðing. Knút og Kári Ríðisambandið nevnir m.a. í grundgevingini fyri innstillingini av Knúti, at hann í august 2022 gjørdist ikki minni enn norðurlendskur meistari í GDB Gæðingakeppni í Álandi saman við hestinum Kára frá Ásbrú. Hetta er ein stór norðurlendsk kapping, ið er at meta beint undir HM í støði, tí Norðurlond eru sera frammalaga innan altjóða gongulagsríðing. Hóast Knút man hava vunnið alt, sum vinnast kann, her heima, so var kappingin í Álandi sera spennandi, tí mótstøðan var stór – kend og stór nøvn úr okkara grannalondum luttóku sum vera man eisini í kappingini. Men miðvísa venjingin hjá Knúti vísti seg at geva úrslit. Knút og Kári høvdu eina heldur trilvandi byrjan í innleiðandi umfarinum, men endaðu tó í eini B-finalu. Tá glapp og teir vunnu B-finaluna sannførandi og skaraðu eisini rættiliga framúr í A-finaluni, gullheiðursmerki var í hús og eitt nýtt navn og eitt nýtt land vóru at síggja á sigurspallinum. Ítróttafagnaðurin í Norðurlandahúsinum 4. februar Vit eru, sum vera man, sera spent til leygarkvøldið, tá tað verður avdúkað, hvørji av teimum innstillaðu hava vunnið. Tiltakið byrjar kl. 18.45, og atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni nlh.fo. Eisini ber til at fylgja við í sjónvarpinum, tí KVF sendir beinleiðis frá tiltakinum. Góðu limir :)
Fyri at undirlagið í høllini skal halda so leingi sum gjørligt, hava vit deilt arbeiðið at spula vøllin út til fjósaeindinar, vónandi taka tit væl undir við hesum :) Ársaðalfundur felagsins verður mikukvøldið 2. november 2022 kl. 19.30 í Tølthøllini.
Ársaðalfundurin fevnir um ríðiárið 2021/2022, ið gongur frá 1. oktober 2021 fram til 30. september 2022. Uppskot til samtyktar og lógarbroytan, skulu verða nevndini í hendi seinast 8 dagar áðrenn ársaðalfundin. Uppskot skulu sendast til [email protected]. Vónandi møta vit fjølment Við ríðikvøðu Starvsnevndin Góðu limir
Í hesum døgum verða uppkrøv fyri limagjald send út fyri ríðiárið 2021/22. Uppkrøvini verða send í telduposti, brævi ella umvegis Facebook. Limagjøld fyri 2021/2022 Virknir limir: kr. 500 Hvílandi/maki limir: kr. 200 Unglingar: kr. 200 Limagjaldið kann flytast á kontonr: 6460–158.982.4 hjá Føroyskum Íslandsrossafelag. Sí annars leinkjuna um limaskap her: http://www.isross.com/limaskapur.html Hava tit viðmerkingar til limaskap ella limagjaldið, so eru tit vælkomin at skriva til [email protected] ella ringja til ein í nevndini. Vinarliga Starvsnevndin |